Kanst tú at siga farvæl á týskum

Kannst du sagen lebewohl syngur Asta Højgaard úr Klaksvík. Hon stendur við sjóvarmálan og tankarnir leita víða.

##med2##

Sorgblídni føroyski sangurin um persónligan stongsil og útfarahug hevur í síni 22 ára gomlu livitíð fylgt føroyingum burturi og heima.

Men spurningarnir eru teir somu á týskum. Kannst du sagen lebewohl; zu diesen trauten Wegen; die Welt in deine kleinen Füße legen.

Ingi Isaksen og Erik Biskopstø hava upptikið sangin og spæla øll ljóðførini. Umframt Astu syngur Pætur við Keldu røddir og kór.

Tað er Petur M. Solmunde, ið hevur filmað, klipt og sett videolagið saman.

Sangin, Kanst tú siga farvæl, skrivaði Steintór Rasmussen í 1998. Ta týsku umsetingina eigur Martin Schürholz.