Síðan hin 28. desember í fjør hevði norski rækjutrolarin - Northguider - ligið meira ella minni sokkin og fastur á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard. Øll manningin varð bjargað, tá trolarin sigldi á flúrin í myrkri, kulda og keðiligum veðurlíkindum. Seinni varð øll oljan pumpað úr skipinum, og í heyst hevur ætlanin verið at fáa skipsvrakið burturaftur.
Men, nú er ivasamt, um hetta fer at eydnast, tí so langt er útliðið. Svalbardposturin skrivar, at bátarnir, sum skuldu loysa uppgávuna nú í heyst, hava ligið í Longyerbýnum seinastu dagarnir. Teir noyddust at rýma fyri ísi, sum kom norðan eftir inn í sundið har norðuri á Svalbard.
Heimasíðan finst at, hví bjargingararbeiðið ikki byrjaði fyrr í heyst. Í fyrsta lagi hava myndugleikarnir hongt seg í, at tað var fyri at verja fuglalívið í økinum, at bíðað varð til nú í heyst. Men, nú bendir mangt á, at bjargingin av skipsvrakinum kann gerast ivingarsom, tí so langt er útliðið.
Northguider rustar, og veturin nærkast. Ískort, sum eru atkomilig hjá øllum heiminum, vísa, at tað var siglandi í Hinlopensundinum frá 10. juli í ár. Svalbardposturin er nú rættiliga ivingarsamur um, hvørt tað fer at eydnast at fáa skipið burtur, áðrenn veturin kemur um hesar køldu leiðir.
Tað eru norsku myndugleikarnir, sum hava kravt av reiðarínum, sum eigur skipið, at Northguider skal beinast burtur úr økinum. Skipið verður ongantíð til skip aftur, men ætlanin er at fáa Northguider á rættkjøl við stórum krana, og síðan er ætlanin at sveisa botnin aftur, har hann er farin.
Tað er tryggingarfelagið hjá norska reiðarínum, sum eigur Northguider, ið stendur fyri uppgávuni at beina rækjutrolaran burtur úr økinum. Men, um hetta fer at eydnast í heyst, er ein stórur spurningur. Kravið hjá Svalbardpostinum er, at skipið skal beinast burtur í heyst. Í løtuni veit tó eingin, um tað fer at eydnast.