?Kanska? er listarliga lyklaorðið á Summarframsýningini 2008, ið verður sett í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 22
13 listafólk verða í ár við á Summarframsýningini, sum verður at síggja bæði í Norðurlandahúsinum og í Listaskálanum.
Hesuferð hava listafólkini fingið til uppgávu at taka støði í orðinum ?Kanska? í listaverkunum.
Um orsøkina til, at ársins kotuorð til listafólkini er ?kanska?, siga fyrireikarnir millum annað, at skjótt skiftandi veðrið hevur meir vald á menniskjum her og meir at siga fyri okkara gerandisdag enn aðrastaðni.
?Tann lítli ótryggleikin í orðinum ?kanska? er næstan ótolandi fyri eitt sera virkið og modernað menniskja, ið helst vil hava skil á øllum. Tí er orðið í sjálvum sær ein avbjóðing,? verður sagt í skrivi um framsýningina.
Tað verður landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, sum setir Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 22.
Tó letur framsýningin upp í Listaskálanum klokkan 20.
Luttakandi listafólkini eru:
Bárður Dal-Christiansen - Annika á Lofti - Óluva Johannesen - Beinta av Reyni - Edward Fuglø - Kári Svensson - Philippe Carré - Eyðun av Reyni - Sigrun Gunnarsdóttir - Astri Luihn - Jóna Rasmussen - Amariel Norðoy - Arnold Vegghamar