Kanska sami burturflytari

Mari Luz Cortez, sum hvarv á somu leið sum Madeleine McCann, er funnin deyð. Kanska veit drápsmaður hennara okkurt um Madeleine

Tann 3. mai í fjør hvarv tann trý ára gamla Madeleine McCann í Praia da Luz í Portugal. Níggju mánaðir seinni seinni hvarv tann fimm ára gamla Mari Luz Cortez. Fyri trimum vikum síðani varð Mari Luz funnin deyð, og løgreglan hevur tikið ein mann og skuldsett hann fyri at hava beint fyri gentuni.

 

Tann 52 ára gamli Santiago del Valle Garcia hevur viðgingið, at hann fjaldi líkið av Mari Luz, men hann vil vera við, at hon doyði, tá hon datt oman ígjøgnum einar trappur. Kanningar hjá løgregluni hava hinvegin víst, at gentan bleiv kvald.

 

Nú vilja foreldrini hjá Madeleine, Gerry og Kate McCann, hava løgregluna at kanna, um samband kann vera millum tær báðar burturflytingarnar. Ein talsmaður fyri hjúnini sigur við blaðið The Sun, at tey bæði málini eru so lík, at tað er umráðandi at fáa staðfest, um nakað samband kann vera teirra millum.

 

Sambært The Sun tekur tað umleið hálvan annan tíma at koyra ímillum Praia da Luz og tað staðið, har Mari Luz Cortez bleiv burturflutt.