Kanska samgonga millum tey reyðu og bláu

Eftir valið í gjár er støðan í Svøríki sera ógreið. Svøríkisdemokratarnir vunnu sær sæti á tingi við 5,7% av veljarunum, og hetta ger støðuna sera ógreiða, tí borgarliga stjórnin hjá Frederik Reinfeldt hevur mist meirilutan, og andstøðan við Javnaðarflokkinum á odda fekk eitt sera vánaligt val.

Men Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri sigur, at borgarligi flokkur hansara, Moderaterna, skal stjórna Svøríki, og hann vil ikki útiloka, at tað kann vera í samstarvi við Javnaðarflokkin.

- Í nógvum málum eru møguleikar fyri samstarvi. Tað er ikki so sjáldan, at tað hevur borið til at gjørt avtalur við Javnaðarflokkin, men eg fái ikki sagt meira nú, segði Frederik Reinfeldt í nátt.

Flokkurin hjá Frederik Reinfeldt, Moderaterna, fekk eitt gott valúrslit og gjørdist næststørsti flokkur í Svøríki eftir Javnaðarflokkin. Borgarlig blokkurin fekk 172 ríkisdagslimir av teimum 349.

Harvið er Reinfeldt tvungin til at finna nýggjan samstarvsfelaga, um hann skal varðveit stjórnarvaldið.

Bæði Reinfeldt og Mona Sahlin úr Javnaðarflokkinum hava frammaundan útilokað alt samstarv við Svøríkisdemokratarnar, sum fingu 20 sessir í ríkisdegnum.

Men leiðarin hjá Svøríkisdemokratunum, Jimmie Åkeson sigur, at pípan kann fáa annað ljóð, tá parlamentariska støðan er greið.