Norsku myndugleikarnir hava nú váttað, at bumbuspreingingin í miðbýnum í Oslo og skotálopið á oynni Utøya hava kravt 11 mannalív. Sjey doyðu av spreingingini í Oslo, og fýra doyðu á Utøya, har ungdómslimir hjá Arbeiðaraflokkinum hildu eitt tiltak. Í minsta lagi 15 fólk eru særd.
Men blaðið VG skrivar frá vitnum á Utøya, at skotini har kunnu hava kravt millum 20 og 30 mannalív.
Norska løgreglan hevur tikið mannin, sum eftir øllum at døma loysti skotini á Utøya av. Løgreglan sigur eisini, at sami maður er sæddur við bumbustaðið í Oslo.
Samstundis hevur løgreglan sagt, at samband er ímillum teir báðar tilburðirnar í dag, men løgreglan vil ikki siga, hvat slag av sambandi talan er um. Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, segði fyrr í kvøld, at enn er ov tíðliga at siga, at tilburðirnir eru yvirgangur, men løgreglan ivast ikki í, at tað er so.