Kanska lív á Mars

Tveir amerikanskir rúmdargranskarar siga nú, at kanska er lív á gongustjørnuni Mars kortini.

Carol Stoker og Larry Lemk, sum starvast hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA, skulu sambært heimasíðuni Space.com hava sagt embætismonnum, at eftir teirra kanningum er tað ikki óhugsandi, at lív er á Mars. Millum anað skulu tey hava sagt, at á gongustjørnuni er umhvørvi, sum líkist einum umhvørvi í Spania.

Sambært Space.com eru tey bæði vísindafólkini ikki vís í, at lív er á Mars, men tey vilja ikki greiða nærri frá sínum kanningum. Úrslitið fara tey at almannakunngera í einari grein í tíðarritinum Nature seinni í ár, siga tey.