Kanska í læru sum bilmekanikari

Starvsvenjing

Bjørn Nolsoe Reinert er í starvsvenjing hjá Reyni Service í Hoyvík. Bjørn er sera glaður fyri vera har.
? Eg havi altíð verið sera ághugavur í bilum og motorum. Her uppi sleppi eg at umvæla alt møguligt í bilunum, og onkutíð skal eg eisini vaska bilarnar. Eg ætli mær kanska at vera bilmekanikari, tá ið eg veri stórur, tí at eg haldi, at tað er eitt ógvuliga spennandi arbeiði.
Á Reyni Service er ein matstova, so tá ið Bjørn hevur matarsteðg, kann hann bara fara í matstovuna at fáa sær ein bita.