Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Vanligt haldi eg nýggjár á Eiði, men nýggjárið í ár er merkt av serligum umstøðum. Daman sum var sett at eiga 21. desember og hevur í dag gingið 10 dagar yvir, so nú er mín leiklutur at vera “standby” alla tíðina. Hvør veit, møguliga hetta verður mítt mest sermerkta nýggjár nakrantíð á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Til spurningin, um fýrverk, má eg siga, at eg keypi ikki mær sjalvum fýrverk. Eg plagi annars at keypa børnunum fýrverk og hjálpa teimum at skjóta. Hóast eg ikki sjálvur keypi fýrverk, so má eg siga, at mær dámar ótrúliga væl at hyggja eftir fýrverki. Fá ting eru so vøkur sum Eiðis bygd nýggjárskvøld, krýnd við alskyns fýrverki, blikkum, bálum og lívsjáttandi fólki. Tiltøkini, sum eru nýggjárskvøld á Eiði, eru uttan iva eina vitjan verd, súpan í Mizpa og ikki minst smyrjibreyð og felagssangur í EB-húsinum eftir midnátt.
Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Hann vísir á, at orsaka av serligu umstøðunum, hava tey valt at fara til heimbydgina hjá damuni á Skála at halda nýggjár.
- Røst riv av Slættaratindi vera í ovninum í kvøld. Seinni út á kvøldið verður helst farið niðan í høllina at hyggja eftir fýrverki, eta súpan og syngja felagssang.
Hvussu var 2015 fyri teg?
- 2015 var fyri meg eitt ótrúliga hendingaríkt ár. Daman er flutt inn til mín á Eiði, eg stillaði á fyrsta sinni upp til løgtingsval og ikki minst á kommunalpolitiska frontinum hevur árið verið óvanliga hendingaríkt. Hetta var fyrsta árið, kommunurnar róku eldraøkið, forskúlin Aldan á Eiði varð settur á stovn, vøllurin í Hólmanum tikin í nýstlu, Eiðis kommuna hevur selt sín part av Felagsskúlanum á Oyrarbakka, kampingøkið á Mølini tikið í nýstlu, musikskúlahølini tikin í nýstlu, skattaprosentið sett niður 2% á 18,75%,
Hann sigur, at heystfagnaðurin var eitt hitt, og ymiskt annað er eisini gjørt hetta árið. Sigast má, at hetta er eitt hitt mest hendingaríka árið á Eiði.
Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?
- Tað er torført at siga, hvør hending er hin besta, tá árið hevur verið merkt av so nógvum góðum hendingum. Tað, at vøllurin í Hólmanum varð tikin í nýtslu, er heilt víst ein av teimum heilt stóru hendingunum í 2015. Eisini var Heystfagnaðurin 2015 fantastiska góður. Persónliga var løgtingsvalið ein ótrúliga stór hending. Um tað skuldi hent, at eg gerist pápi seinni í kvøld, so er tað sjálvsagt størsta og besta hending í 2015, sigur Jógvan í Skorini.










