Ófriðurin í Liba hevur ikki kravt nøkur hundrað mannalív, men fleiri túsund. Tað sigur libyski varasendiharrin í ST, Ibrahim Dabbashi.
-Longu nú eru fleiri túsund deyð, og vit cænta, at tey verða fleiri enn, sigur diplomaturin, sum vil hava trygdarráðið hjá ST at seta tiltøk í verk ímóti Muammar Gaddafi og øðrum í libysku leiðsluni alt fyri eitt.
Vesturlendsk tíðindafólk, sum eru í Libya, siga, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu mong fólk eru deyð í ófriðinum, sum byrjaði tann 17. februar.
Ein franskur diplomatur segði í dag, at ófriðurin í Libya kann hava kravt millum 1.000 og 2.000 mannalív.
Muammar Gaddafi hótti í einari røðu í dag við at geva sínum stuðlum vápn til bardagan ímóti mótmælisfólkinum. Eygleiðarar siga, at ger hann álvara av hóttanini, endar tað við blóðbaði.










