Ofta verður sagt, at man sum listafólk skal finna sín egna stíl. Eg geri rættiliga nógv ymiskt, og stílurin er fjølbroyttur, tí mær dámar at royna so øgiliga nógv ymiskt. Kanska finni eg mín egna serstaka stíl einaferð, sigur, Eydna Steinberg, unga listakvinnan av Viðareiði.
Spurd, hvar hon finnur íblástur til tekningarnar og málningarnar hjá sær, sigur hon, at myndin er í høvdinum, áðrenn hon kemur á pappír ella lørift.
– Eg fái eina mynd í høvdið, og eg føli, at eg má mála hana, sigur hon sannførd.
Íblasturin kemur bæði úr hugflognum, men eisini úr náttúruni á Viðareiði – livandi myndir, sum hon hevur hugt at alt lívið.
Longri samrøða við ungu listakvinnuna av Viðareiði er í blaðunum Vikuskifti í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið. Til ber eisini at keypa Sosialin her
Eisini ber til at síggja meir til listina hjá Eydnu á Instagram Eydnas_art