Kanska er tað skeivt at byggja eina nýggja Svimjihøll í Gundadali. Tann spurningin reisir Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn fyri Sambandsflokkin, nú meirilutin í Tórshavnar Býráðið hevur samtykt at bjóða arbeiðið út at gera eina nýggja svimjihøll við 50 metra langhyli.
Les meiri um tað her: Tað er nú at vit skulu fara undir hesa risastóru verkætlanina
Ætlanin er, at hon skal byggjast í Gundadali, undir liðini á verandi svimjihøll. Men Annfinn Brekkstein er ikki sannførdur um,at hetta er tað besta plássið.
– Tað er longu ómetaliga trongt í Gundadali og tað er ringt at sleppa til og frá, og parkeringsviðurskiftini fara at verða ein trupulleiki, førdi hann fram, tá ið býráðið samtykti at bjóða arbeiðið út.
Tó ivast hann um tað er rætt at kroysta eina stóra svimjihøll afturat niður í Gundadali. Sjálvur sigur hann, at hann fer nú at kanna um tað ikki er bæði betri, og bíligari at byggja hana í Vesturbýnum, úti á Fløtum, at nýggjur, stórur skúli verður tikin í nýtslu í næstum og har Glasir og Musikkskúlin eisini eru.
– Har hava einir 2.700 næmingar sína dagligu gongd og har eigur kommunan eitt øki, sum svimjihøllin kann byggjast á, sigur hann.
– Sum býráð hava vit skyldu til at kanna allar møguleikarnar og tað ætli eg at brúka hendan næsta mánaðin upp á at kanna, sigur hann.
Tí vildi hann ikki taka undir við, at arbeiðið verður boðið út nú, hóast hann samstundis gjørdi greitt, at hann tekur undir við at vit fáa eina nýggja svimjhøll.
Eisini Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin vísti á, at tað er »øgiliga trongt« í Gundadali og hon spyr, hvussu støðan verður, skuldi tað verið neyðugt at bygt svimjihøllina út eina ferð í framtíðini.
Men hetta fekk kaldliga móttøku frá meirilutanum í býráðnum. Hvørki Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og forkvinna í mentanarnevndini, og Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, hildu, at tað kundi takast í álvara, tá ið býráðslimir brádliga fóru at ivast í stasetingini, nú tað er klárt at bjóða arbeiðið út.