– Nú fara vit bara at mæla Heðin Mortensen at skriva undir sáttmálan, og at gera nýggja Hvalbiartunnilin, har ætlanin nú er at leggja hann. Tað sigur Róin Schrøter í Hvalba, sum annars hevur víst á, at eftir hansara tykki, er hetta ikki rætta staðið at leggja tunnilin.
Les eisini: Nýggi tunnilin til Hvalbiar er ikki góðir fyri suðuroyingar - ella fyri aðrar føroyingar
Í hesum sambandi var borgarafundur í Salt á Drelnesi sunnudagin, og har varð tað mest sum staðfest, at ætlanin verður ikki broytt. Ført var fram, at skal ætlanin broytast, fer tunnilin at verða útsetur í eitt, tvey ár, ella kanska longri, og tað er eisini vandi fyri, at hann dettur niðurfyri.
– Kanska skulu vit bara gevast nú, tá ein og hvør broyting verður møtt við eini hóttan um, at so verður tunnulin norður um Fjall tikin framum. Tað er hugstoytt, at óttin fyri at missa tað man hevur, skal verða so stórur, at myndugleikin mælir til at góðtaka tað, sigur Róin Schrøter.
Les eisini: Er eitt sindur kroystur av Hvalbiartunlinum
Tí mælir hann bara til, at sáttmálin verður skrivaður undir, tí tey vilja ikki vera við til at skapa ótta í fólkinum fyri, at tunnulin verður útsettur, ella at hann dettur niður fyri.
Róin Schrøter vísir á, at longu í 2010 legði Hvalbiar kommuna eitt uppskot fram um tunnil, ið líkist rættuliga nógv uppskotinum, sum eingin nú vil vita av.
Men hóast tað eru níggju ár síðani, eru ongar kanningar gjørdar, tí uppgávan hjá Landsverk hevur verið at gera ein tunnilim, har mest skal fáast fyri pengarnar. Og góðtaka suðuroyingar ikki hetta, verða tunlarnir Norður um Fjall gjørdur fyrst, og so mugu hvalbingar bíða í nøkur ár, og anska verður tunnilin slett ikki gjørdur.
Hann heldur, at heldur enn at fáa eina bíliga loysn, átti dentur at verið lagdur á at fingið ta tryggastu og bestu loysnina, og tá er hetta ikki tann rætta loysnin, sigur hann.