Kanska dripið 300 sjúklingar

Politiið í Brasil hevur reist ákæru ímóti einum kvinnuligum sjúkrahúslækna, sum skal hava dripið sjey sjúklingar, men í ringasta føri kann hava tikið lívið av ikki færri enn 300 sjúklingum.

Læknin, sum eitur Virginia Soares de Souza, skal sambært ákæruna fyrst hava givið sjúklingunum evni, ið doyvdu vøddarnar, og síðani skal hon hava minkað iltveitingina, so sjúklingarnir at enda kvaldust og doyðu.

Ilt er at fata, hví slíkt verður gjørt, men brasilska ákæruvaldið heldur, at motivið hjá 56 ára gamla læknanum var, at hon upp á henda mátan vildi útvega fleiri seingjarpláss á Evangelical-sjúkrahúsinum í suðurbrasilska býnum, Curitiba.