Er tað rætt at svara Thomas Blachman aftur? Katrine gjørdi tað fríggjakvøldið, og DR upplýsir, at fleiri hyggjarar halda hetta vera ósømiligt.
-Blachman, verður tú nakrantíð nøgdur? Tú ert ein bittur, bittur maður, segði Katrine fríggjakvøldið, tá ið hon varð send úr X-Factor.
Ein hyggjari hjá DR skrivar á dr.dk/xfactor, at Katrine átti heldur at tikið kritikkin, eins og ein vaksin kvinna, ístaðin fyri at uppføra seg sum eitt barn.
Men Katrine angrar ikki tað, sum hon segði við dómaran.
-Blachman segði einki konstruktivt við meg fríggjadagin ella við nakran annan. Eg veit ikki hvat var galið við honum um hann kanska hevði ilt onkustaðni, sigur Katrine við dr.dk
Tá ið Katrine valdi at svara aftur, so var tað eisini fyri at verja hinar luttakararnar og fyri at vísa Blachman, at hon veruliga er ein vaksin kvinna.
-Hann bað um eina ordiliga kvinnu, og tað fekk hann. Hann fekk eina, sum tordi at siga honum ímóti, sigur hon við DR heimasíðuna.
Katrina var tann seinasta, sum skuldi framføra fríggjakvøldið, og hon varnaðist, hvussu hinir luttakararnir gjørdist vónbrotnir av orðunum hjá dómarunum.
-Eg gjørdist ógvuliga ill, og tá eg so fór á pallin, so vildi Blachman ikki eingongd hyggja eftir mær, sigur Katrine, sum heldur , at Blachman uppførdi seg skeivt.