Kanska besti bólkur í Skandinaviu

Ummælarin á dagblaðnum Politiken var ovfarin av framførsluni hjá Clickhaze á Roskildefestivalinum.

Clickhaze spældi bara eina konsert á Roskildefestivalinum, men so ymisk sum ummælini eru, skuldi ein trúð, at ummælararnir hava hoyrt ymiskar konsertir.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Sum vit skrivaðu leygardagin, varð bólkurin Clickhaze kallaður "et gymnasieband" av ummælaranum á festivalavísini Roskilde Daily, sum lastaði Clickhaze fyri ikki hava format til spæla á Roskildefestivalinum Men samstundis sat ein ummælari á dagblaðnum Politiken og var ovfarin av tí, hann hoyrdi mikudagin á Roskildefestivalinum.<o:p></o:p>


Kanska besti bólkur í Skandinaviu, er skoðsmálið, sum ummælarin Erik Jensen gevur Clickhaze.<o:p></o:p>


Ummælarin samanber Eivør Pálsdóttir við Björk og hevur yvirskriftina  "Björk - go home!".<o:p></o:p>