Frederic Kanoute, sum spælir fyri Sevilla, lyfti týskvøldið spælitroyggjuna hjá sær upp í sambandi við eitt mál og vísti fram t-shirt við boðskapi um stríðið í Gaza. Tað er bannað at vísa fram troyggjur við politiskum ella líknandi boðskapi, og tað kostar nú Kanouté, sum erættaður av Mali, eina bót frá spanska fótbóltssambandið. Kanouté skal gjalda 22.000 krónur fyri sína markering av stuðlinum til palestinar.









