Kanningin eystanfyri skal nú setast í gongd

Løgmaður lovar, at farið verður undir ætlaðu kanningina í skjalagoymslum eystanfyri beinanvegin

Landsstýrið legði bragdliga fyri, tá tað í apríl mánaði í ár fekk eina eykajáttan frá løgtinginum til at gera kanningar í skjalagoymslum eystanfyri.

Men hóast meira enn eitt hálvt ár er liðin síðani pengarnir vórðu tøkir, og ætlanin var at seta kanningina í verk beinanvegin, er arbeiðið framvegis ikki farið í gongd.

Løgmaður sigur nú, at skal hol setast á arbeiðið beinanvegin.

- Arbeiðssetningurin er klárur, og nú skulu avtalur gerast við fólkini, sum skulu gera arbeiðið. Vit vóna at praktiska arbeiðið kann byrja í januar mánaði, sigur Anfinn Kallsberg.


Týdningarmikið

Søgufrøðingar hava longu gjørt kanningar vestanfyri, og ávegis úrslitið av teimum kanningunum er at finna í Svørtubók.

Ein ískoytisfrágreiðing var almannakunngjørd í vikuni, og í henni sigur søgufrøðingurin, Jákup Thorsteinsson, at skal javnvág koma í kanningarnar av hernaðarligu fortíðini, mugu søgufrøðingar fáa skjøl úr eystureuropeiskum skjalasavnum til vega.

Hesum er løgmaður samdur í.

- Tað er umráðandi, at vit gera eina líknandi kanning eystanfyri, sum vit hava gjørt vestanfyri. Arbeiðssetningurin til nýggju kanningina líkist eisini rættiliga nógv honum, sum varð brúktur vestanfyri, sigur Anfinn Kallsberg.


Granska sambandið eystureftir

Løgmaður vísir á, at í teimum skjølum, sum eru komin undan kavi vestanfyri, eru nógvar ábendingar um, at tað var ikki bara vesturheimurin, sum fylgdi við í Føroyum.

- Tað er einki at ivast í, at londini í eystureuropa høvdu stóran áhuga í føroyskum viðurskiftum, og hetta mugu vit fáa meira at vita um, sigur hann.

- Vit mugu staðfesta, hvat samband var millum persónar í Føroyum og londini eystanfyri jarntjaldið, og hvussu hesi londini fingu upplýsingar úr Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg.


Pengar tøkir

Herluf Sigvaldson, leiðari á uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni, skal samskipa kanningararbeiðið eystanfyri, men tað verða helst søgufrøðingar, sum koma at gera kanningarnar.

Løgmansskrivstovan fekk í vár eykajáttan upp á 400.000 krónur til kanningarnar eystanfyri, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár verður mælt til at játta somu upphædd.

Ætlanin er eisini at fáa neyðugar pengar til vega longri frammi í tíðini, tá hetta verður neyðugt.