Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, er harmur um, at leiðarin á Tilbúgvingarstovninum hevur sagt upp Anni á Hædd, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, boðaði í gjár frá, at hon hevði gjørt av at siga starvið frá sær, tí hon kendi tað sum eitt misálit, at Tilbúgvingarstovnurin skal kannast eftir tilburðin við russiska trolaranum Olshanu.
Men talan er ikki um misálit á stjóran ella stovnin, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur við Útvarpið, at hann og fiskimálaráðið hava valt at gera eina innanhýsis kanning fyri at greina, um alt fór rætt fram.
-Men eg havi gjørt stjóranum á Tilbúgvingarstovninum greitt, at bæði eg og Fiskimálaráðið hava fult álit á starvsfólkunum á stovninum og á MRCC. Tí harmist eg avgerðina hjá stjóranum, sigur Bjørn Kalsø.