Kanningarstjóri á psykriatriskan depil?

?Nú ið Tjóðveldið upp á forhond hevur skrivað ákæruritið í samband við kanning av øllum almennum byggingum í Suðuroy seinastu árini, tykist onki mark vera fyri, hvat sjálvútnevndi ákærin ætlar at kanna.

Tá sjálvt psykiatriski økisdepilin í Vági skal við í kanning, má botnurin vera náddur.?Tað var hóast alt ein troyst, at ongin kanningarstjóri her á landi lat seg fløkja upp í innanhýsis ákæruvaldið hjá Tjóðveldinum.?Hvat hava hesar frálíku íbúðirnar við skúlabygging í Suðuroy at gera? Hetta minnir mest um rokið, sum var í Tjóðveldinum, tá Sambýlið á Báraldarbakka í Vági skuldi byggjast.?Tá ið ein nú aftur lesur tær ákoyringarnar sum Tjóðveldið í 1993 kom við ímóti bygging og umbygging av Sambýlinum á Báraldarbakka, líkist tað nógv tí, sum nú hendur.
Tá vóru tað tó hurðar og vindeygu, ið vóru trupulleikin, og til síðst var tað trappan, ið skuldi steðga hesu frálíku ætlan. Men tíbetur lurtaði ongin eftir Tjóðveldinum, og sambýlið bleiv gjørt liðugt, líkasum hesuferð lurtaði heldur ongin eftir ákoyringunum frá Tjóðveldinum, og økisdepilin er nú um at vera klárur at taka í brúk.
Helst undrast ongin yvir, at teir tríggir í Miðflokkinum ganga í takt við Tjóðveldið í tílíkum kanningarøsingum. Men at ein maður sum Poul Michelsen, sum tross alt var við at játta pengar og siga gott fyri byggingini av psykriatriska økisdeplinum í Vági, nú hevur hálsað um og vil fløkja byggingina av deplinum upp í eina kanning av skúlabyggingini, er óskiljandi.
Men vónandi verða Poul Michelsen og Jenis av Rana bodnir við, tá hesar frálíku íbúðir verða tiknar í brúk. Hesar íbúðir eru eitt eindømi í landinum og hart tiltrongdar hjá einum gloymdum bólki av okara landsmonnum.