Kanningarstjórar

Palli Dalsgaard
-------------


Tað sær út, sum okkara vællærdu ungu menn hava bert eitt einasta ynski, og tað er at fáa sett so mangar kanningarstjórar sum møguligt
Alt gott um læruna, hon hevur sítt stóra virði og er løtt at bera, men royndirnar til tað praktiska arbeiði skulu til. Eingin røður um at fáa skútuna aftur á rætt kjøl, fíggjarliga eru vit so illa fyri, sum hugsast kann.
Vit liva uppá lán, og hvussu leingi gongur tað? Tað kann enda við, at okkum kemur at mangla mat á borðið. Frá kanningarstjórunum fáa vit einki at eta, tvørtur ímóti. Teir skulu hava seg væl betaltar fyri sítt arbeiði, hvaðani skulu teir pengarnir koma?
Veljarin stendur spyrjandi, nær verða hesir flokkar, sum skulu stýra okkara landi, samdir um, hvat gerast skal?
Vit blíva við at hoyra um ópopulerar avgerðir, ið mugu takast, men so einki meir. Skulu vit blíva við at liva í hesum óttanum fyri tí vánaliga, sum ikki blívur til nakað?
Hetta er at halda fólk fyri spott og nokk so ábyrgdarleyst.