Hóast fleiri hundrað fólk í allan dag hava leitað eftir 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttir í Íslandi, sum nú hevur verið saknað í eina heila viku, hevur leitingin eingi úrslit givið.
Grím Grímsson, kanningarleiðara hjá løgregluni, er vónbrotin um, at einki hevur verið at funnið í dag, nú leitað hevur verið í útsynningspartinum av landinum.
Tað sigur hann við íslendska ríkisútvarpið, RUV.
- Eg eri vónbrotin, men eg eri sannførdur um, at øll, sum hava verið við í leitingini, hava arbeitt hart. Tað positiva er, at vit nú kunnu "lukka nøkur øki" og leita aðrastaðni.
Grím Grímsson heldur ikki, at neyðugt er í løtuni við nýggjum avhoyringum av teimum báðum varðhaldsfongslaðu, tá einki nýtt er komið undan kavi.