Norska løgreglan heldur fram við kanningunum av húsunum í Lørenskog, har ríkmanskonan, 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, var fyri eini ella aðrari kriminellari brotsgerð, sum førdi til, at hon framvegis er sporleyst horvin.
Løgreglan hevur nú váttað, at umframt hóttanarbrævið, lá eisini ein brævbjálvi í húsinum, tá maðurin og miljarderurin, Tom Hagen, kom heim til tómt hús hin 31. oktober í fjør.
Bæði bræv og brævbjálvi eru gjølliga kannað, og málvísindafólk hava eisini verið partur av hesum kanningararbeiði.
Tommy Brøske viðgongur nú, at eisini brævbjálvin er og hevur verið viðkomandi í kanningararbeiðnum.
- Vit kunnu vátta, at eisini brævbjálvin hevur verið gjøgnum á leið somu kanningar, sum brævpappírið, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við norska kringvarpið, NRK.
Hann vil tó ikki siga nakað neyvari um, hvat potentiali brævbjálvin hevur í jagstranin eftir at finna tann – ella tey – seku.
Tað var maður Anne-Elisabeth Hagen, sum fann brævið, tá hann hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús. Á fleiri A4-síðum verða hóttanir settar fram, og í brævinum er eisini krav um loysigjald.
- Hóttanarbrævið er framvegis eitt skjal í kanningararbeiðnum, og framvegis verða kanningar gjørdar, sum snúgva seg um brævið. Eg havi einki nýtt at siga um hetta – uttan tað, at brævið framvegis er eitt ”livandi” skjal í kanningararbeiðnum, sigur Tommy Brøske.
Kanningarnar av nógv umtalaða brævinum hevur ført norsku løgregluna til eina norska ketu, sum hevur sølu í Noregi.
Um dagarnar gjørdist eisini greitt, at løgreglan í baðirúminum í heiminum í Lørenskog eisini hevði funnið eitt strips.
Løgreglan metir, at keypini av eitt nú brævpappíri, brævbjálva, stripsi og skóm kunnu hava beinleiðis tilknýti til tann ella tey, sum hava framt brotsgerðina.
##med2##
Tommy Brøske váttar, at nýggjar kanningar hava verið í heiminum í Lørenskog í summar, nú skjótt 11 mánaðir eru farnir, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv.
- Talan er um ymiskar kanningar. Soleiðis, sum vit áður hava sagt, føra hesar kanningar ikki bara til svar, men eisini til nýggjar spurningar, sigur kanningarleiðarin.