Tað er ikki bara oljuleiting, sum er á skránni, tá kanningar verða gjørdar av havbotninum við Føroyar. Spurningurin um rættin til landgrunnin uttanfyri 200 fjórðingar, bæði norðan fyri og sunnan fyri Føroyar er eisini sera áhugaverdur og av stórum týdningi fyri Føroyar. Kanningarskipið Sea Surveyor, sum er ein gamal kenningur her, hevur nú í ein mánað gjørt ymsar botnkanningar á landgrunninum. Skipið kom á Havnina at skifta manning í gjár og fer nú útaftur at halda fram við kanningunum í enn ein mánað. Kanningarnar eru partur av stóru landgrunnsverkætlanini, har føroyingar royna at finna tey neyðugu prógvini fyri at gera krav uppá landgrunnin sunnan og norðan fyri Føroyar. Eisini Ísland, Bretland og Írland gera krav uppá landgrunnin, sum hevur alstóran týdning fyri londini, verður hugsað um møguligar olju- og gassgoymslur.