Kanning um staðseting av almennum stovnum í Føroyum

Vinnulívsráðið í Klaksvík heitti á NUMO um at gera eina kanning og frágreiðing “um staðseting av almennum stovnum ” í Føroyum.

Í fjør heitti Vinnulívsráðið í Klaksvík á grannskoðarafyritøkuna NUMO um at gera eina kanning og frágreiðing “um staðseting av almennum stovnum ” í Føroyum.

Kanningin varð fíggjað av vinnulívsfyritøkum í Klaksvík.

 

Frammanundan hevði Vinnulívsráðið fleiri fundir og arbeitt saman við felagsskapinum “Staten i hele Danmark”, sum legði grundarlagið undir politisku støðutakanina, kallað “Danmark i balance”, sum seinasta ár hevði ta ávirkan at samtykt varð at leggja almennar stovnar út og desentraliserað  3.900 arbeiðspláss! 

 

Umboð fyri felagsskapin luttók á fundi í Føroyum  í 2015, sum Vinnulívsráðið skipaði fyri.

 

NUMO-kanningin hevur í ávisum førum brúkt tilfar frá hesum felagsskapi, har dømi eru grundað sítt arbeiðið á royndir  úr m.a. Noregi, Svøríki og Bretlandi. Hon er eitt gott grundarlag at meta út frá og viðgerð hvussu samfelagið er samansett.

 

Kanningin hevur verið send, sum eina roynd,  til ávísar kommunur og Sirið Steenberg, landsstýriskvinnu.

 

Nú løgtingið hevur havt 1. viðgerð av málinum “staðseting av stovnum”, er avgjørt at senda hesa kanning til fjølmiðlar, sum eitt grundarlag av einum parti í arbeiðinum, eins og hon er hon send løgtingsins rættarnevnd!

 

Les frágreiðingina her:

 

 sudurras.fo/wp-content/uploads/2017/02/Vinnulivsradid_i_Klaksvik_stadseting_almennir_stovnar_v.m.pdf 

 

Vinnulívsráðið í Klaksvík
Karl Birgir Isaksen, formaður
Hilmar Danielsen, næstformaður
Elsubeth Poulsen, peningarøkil
Rani nolsøe, nevndarlimur
Heini Hansen, nevndarlimur
Jógvan við Keldu samskipari