Bert fáar vikur eftir at løgtingið samtykti at útbyggja flogvøllin í Vágum, verður nú nýggjasta kanningarúrslitið av møguleika fyri alternativum flogvølli í Føroyum lagt fram.
Landsverk hevur boðað til tíðindafundar í morgun klokkan 9:15, har nýggjasta kanningarúrslitið av møguleika fyri alternativum flogvølli í Føroum verður lagt fram.
Tað var tann 16. mars í ár, at Løgtingið samtykti at leingja flogvøllin til 1799 metrar. Nógv kjak var frammi um, hvørt tað var rætt at samtykkja hetta so stutta tíð frammanundan, at ein veðurlagskanning hjá Landsverki var klár. Men uppskotið varð kortini samtykt.
Málið var til viðgerðar á fýra fundum í Vinnunevndini, og ein samd nevnd mælti til, at uppskotið varð samtykt, hóast nevndin ikki hevði fingið svar upp á allar sínar spurningar í einari tí størstu íløguni í Føroyum nakrantíð.
Um økt reglusemi á flogvøllinum segði Vinnunevndin soleiðis:
- Nevndin hevur ikki fingið vissu fyri, at regulariteturin verður bøttur.
Hinvegin metir nevndin, at kostnaðurin er á einum góðum støði, og at trygdin heldur fram at vera góð.
Til aðru viðgerð var útbyggingin av flogvøllinum út á 1799 metrar samtykt við 24 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti, og til triðu viðgerð var málið somuleiðis samtykt.
Og í morgun fáa vit so eitt kanningarúrslit, sum sigur okkum, hvar best er at byggja ein alternativan flogvøll.









