Kanning: Sera tætt millum størstu flokkarnar í Ísrael

Benjamin Netanyahu er enn ikki vísiur í, um hann fær enn eitt skeið sum forsætisráðharri, vísa kanningar.

Sum væntað er sera tætt millum teir tveir størstu flokkarnar í Ísrael, Likud og Bláu og Hvítu, á valinum í dag.

Tað vísa tær fyrstu kanningarnar, sum eru gjørdar á valstøðunum í kvøld klokkan 21 – beint eftir at valstøðini lótu aftur.

Likud-flokkurin hjá Benjamin Netanyahyu, forsætisráðharra, stendur til at fáa millum 31 og 33 sessir í ísraelska tjóðartinginum, Knesset. Bláu og Hvítu, sum er undir leiðslu av fyrrverandi herleiðaranum Benny Gantz, stendur til at fáa millum 32 og 34 sessir.

Tað vísa tær fystu kanningarnar á valstøðum hjá ísraelskum sjónvarpsstøðum.

Gantz sær harvið út til at hava ein lítlan fyrimun, men endaliga úrslitið kann vera ymiskt á ymsu valstøðunum.

Kanningarnar vísa, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin Avigdor Lieberman og høgravendi flokkur hansara, Yisrael Beiteinu, kann fáa ein avgerandi leiklut, tá nýggi forsætisráðharrin skal kjósast.

Valið í dag er annað valið í fimm mánaðir.

Orsøkin er, at Netanyahu, sum hevur verið forsætisráðharri síðani 2009, og høgratjóðskaparsinnaði Likudflokkurin ikki kundu semjast við sínar sameindu á høgraveinginum og átrúnaðarligu flokkarnar um eina samgongustjórn.

Í staðin fyri at lata andstøðuna royna at skipa stjórn skrivaði hann út nýval.

Í apríl var valið sera spennandi. Likud og Bláu og Hvítu fingu 35 sessir hvør í Knesset.

Báðir flokkar standa sambært kanningunum til eina lítla afturgongd.

Í valstríðnum hevur nógv verið tosað um kreppuna við Iran og úrslitaleysu samráðingarnar við palestinar, viðurskiftini við USA og búskaparligu gongdina. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Í valstríðnum hevur forsætisráðharrin boðað frá, at hann ætlar at hertaka Jordandalin og hersetta vestara áarbakka. Hetta verður hildið at vera ein roynd at fáa fatur á konservativu og tjóðskaparsinnaðu kjarnuveljarunum.

 

/ritzau/