Kanning: Rætt at lækka ríkisveiting 25 milliónir

Veljarar hjá samgonguni halda tað vera í lagi, at ríkisveitingin lækkar 25 milliónir um árið

 

Tað vísir kanning, sum er gjørd fyri Kringvarpið.

Samgongan hevur gjørt av, at ríkisveitingin úr Danmark skal minka 25 milliónir um árið hvørt av teimum fýra næstu árunum. Tað merkir, at ríkisveitingin fyrsta árið minkar 25 milliónir, næsta ár 50 milliónir, triðja árið 75 milliónir og fjórða árið 100 milliónir í mun til tað, sum ríkisveitingin var, tá hendan samgongan tók við, 640 milliónir krónur.

Kanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir, at 59 prosent av teimum spurdu, sum á valinum valdu ein av samgonguflokkunum, halda tað vera rætt, at ríkisveitingin minkar.

30 prosent av teimum halda tað vera skeivt, og 11 prosent vita ikki.

Av teimum, sum valdu andstøðuna, eru 27 prosent fyri at ríkisveitingin lækkar 25 milliónir krónur um árið, 59 prosent halda tað vera skeivt og 14 prosent vita ikki.