Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Sambært kanningini verður Javnaðarflokkurin størsti flokkur við 28,3 prosentum í mun til 25,6 prosent á seinasta fólkatingsvali. Tað er ein framgongd upp á 2,7 prosentstig.
Annan sessin fær Sambandsflokkurin við 27,3 prosentum í mun til 28,3 á seinasta fólkatingsvali. Tað er ein afturgongd upp á 1,0 prosentstig.
Fólkaflokkurin verður stóri taparin og fær 18,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 4,9 prosentstig í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk 23,8 prosent.
Tjóðveldi fær í kanningini júst tað sama, sum flokkurin fekk á seinasta fólkatingsvali, 18,6 prosent. Framsókn fær 2,8, Miðflokkurin 4,0 og Sjálvstýri 1,3 prosent.
##med2##
##med3##












