Kanning: Endurgjaldskrav móti gomlu Eik-leiðsluni

Fyrrverandi nevndin og leiðslan í Eik Banka kann vænta endurgjaldskrav og missa fráfaringarlønina.

Harumframt kunnu grannskoðarnir hjá bankanum, millum annað føroyska Nota, vænta rættarsak.

Tað er úrslið, nú ein frágreiðing av kanningini av Eik Banka, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur latið gjørt, fyriliggur.

Advokaturin hjá Fíggjarligum Støðufesti mælir til, at endugjaldskrav verður gjørt galdandi móti gomlu nevndini og leiðsluni í Eik Banka.

Tað upplýsir Eik Banki í skrivi.

”Advokaturin er av teirri áskoðan, at nevndin og stjórnin í gamla Eik Banka á einum óforsvarligum grundarlagi hava veitt sera stór, tapsgevandi lán og í ein stóran mun hava latið vera við at gera neyðugar niðurskrivingar, at grannskoðanin ikki er útint í samsvari við lóggávuna, og at grannskoðanin hevur handlað í stríð við góðan grannskoðanarsið við ikki at hava tikið fyrivarni í sambandi við sínar átekningar og váttanir.”

Víðari stendur, at:

”Advokaturin mælir til, at endugjaldskrav verður gjørt galdandi, og Fíggjarligt Støðufesti hevur á hesum grundarlagi avgjørt at taka rættarlig stig móti fyrrverandi nevnd, stjórn og uttanhýsis grannskoðan bankans. Grannskoðararnir fara annars at verða klagaðir inn fyri Grannskoðanarnevndina. Sum ein avleiðing av hesum hevur annar av grannskoðarum felagsins, Nota Løggildilt Grannskoðaravirki, fráboða bankanum, at felagið ynskir at verða loyst frá grannskoðanaruppgávuni fyri bankan.”

Fíggjarligt Støðufesti (Finansiel Stabilitet), sum í september 2010 mátti yvirtaka Eik Banka, avhendi í apríl 2011 meirilutan av partapeninginum í bankanum til TF Holding.

Frammanundan hevði Fíggjarligt Støðufesti biðið advokat Carsten Fode um at gera eina kanning av viðurskiftunum viðvíkjandi Eik Banka við serligum atliti at staðfesta orsøkirnar til, at bankin kollsigldi í september 2010.

Úrslitið av kanningini fyriliggur nú.

Fyrrverandi nevndin gjørdi í sambandi við skrædl bankans í september 2010 fráfaringaravtalur við bankastjórnina.

Nevndin í Eik Banka Føroya, ið hevur havt høvi at gera seg kunnuga við úrslitið av advokatkanningini, er av teirri fatan, at stjórarnir í bankanum grovt hava mishildið skyldur sínar í sambandi við útinnani av høgu álitsstørvum teirra í bankanum.

Á hesum grundarlagi hevur nevndin í dag boðað fyrrverandi stjórum bankans frá, at nevndin ætlar at seta fráfaringaravtalurnar úr gildi, stendur í skrivi frá Eik Banka.

Frágreiðingin kann lesast í fullum líki her.