Kanning av framferð í uttanlandsnevndini

Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur send løgmannsstjóranum bræv um kanning av framferð í uttanlandsnevndini og hann vil hava skrivligt svar.

 

Brævið er soljóðandi:

Góða Súsanna

Í fyrradagin sást á internetinum endurgivin ein frágreiðing frá einum starvsfólki á løgtingsskrivstovuni um fundarboðini, ið limirnir í uttanlandsnevndini fingu í málinum um amerikanskt flogloyvi í føroyskum loftrúmi.

Eg fari tí at biðja teg um eina frágreiðing um mannagongdina fyri slíkar frágreiðingar. Serliga vil eg vita:

- hvør kann biðja um slíkar frágreiðingar?

- krevst ikki, at viðkomandi løgtingsnevnd hevur samtykt at kanna málið?

- krevst ikki, at viðkomandi løgtingsnevnd verður kunnað um kanningina?

- krevst ikki, at viðkomandi løgtingsmaður fær høvi at úttala seg um kanningina og faktiskar upplýsingar í henni?

- hvussu nógvar slíkar kanningar verða gjørdar?

- hvar eru aðrar slíkar kanningar at finna?

- hvør tekur sær av at almannakunngera slíkar kanningar?


Eg fari samstundis at biðja teg seta í verk eina aðra kanning av:

- hvat tingmenn fingu at vita í fundarinnkallingini

- nær einstøku tingmenninir, herundir formaðurin, vóru uppringdir, og hvørji skjøl teir fingu

- hvørji uppskot til svarskriv, formaðurin í uttanlandsnevndini gjørdi

- hvørji onnur skjøl vóru í málinum

- hvat fulla orðaljóðið í svarskrivunum var

- hvat var nevnt í øllum hesum skrivum um aðalorðaskifti ella annað orðaskifti

- hvat var nevnt í øllum hesum um ríkisrættarligu støðuna

- hvussu øll henda framferð samsvarar við tingskipanina og vanliga mannagongd í tingnevndararbeiðinum


Biðið verður um at fáa skrivligt svar.