Maria Jacobsen
????
Til
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður
Eirargarður
100 Tórshavn
Í lesarabrævi í Dimmalætting hin 08.02.2005 setti eg tygum nakrar spurningar. Biðið varð um, at tygum svaraðu í fjølmiðlunum. Hin 04.04.2005 fekk eg skriv frá tygum, dagf. 11.03.200, poststemplað 01.04.2005, har tygum boða frá, at tygum ikki ynskja at svara í fjølmiðlunum, men skulu royna at svara spurningum mínum í skrivinum.
Síðani siga tygum: "landsstýrismaðurin kann upplýsa tygum, at Karup kommuna hevur fingið allar upplýsingar, sum vóru neyðugar hjá kommununi at hava, fyri at kunna taka støðu í málinum. Tórshavnar kommuna hevur kunnað Karup kommunu støðugt um málið, áðrenn Karup kommuna tók endaliga støðu í málinum".
Av tí, at tygum sostatt als ikki svara spurningum mínum um kanningina og frágreiðingina og tí at eg meti málið hava stóran almennan áhuga, fari eg at endurtaka bræv mítt her:
Opið bræv til Hans Paula Strøm, landsstýrismann
Í grein við heitinum "Sosiala deild undir sjóneykuna" í Sosialinum hin 5. juni 2004 úttalar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, seg viðv. ávísum barnaverndarmáli, ið varð nógv umtalað í fjølmiðlunum í fjør. Úrslitið av málinum gjørdist sum kunnugt, at tvær systrar vórðu verðandi í Føroyum, meðan beiggin hin 16. aug. 2004 varð fluttur til Danmarkar á samdøgursstovn.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur í samrøðuni, at hann "gjarna vil kanna, um Tórshavnar býráð hevur lýst málið nóg væl, og um Karup kommuna hevur fingið alt at vita í málinum, og tí er ein kanning sett í verk".
Víðari sigur landsstýrismaðurin, at hann ikki veit, nær hann fer at fáa frágreiðingina um samskiftið millum Tórshavnar býráð og Karup kommunu.
Mær kunnugt hevur einki verið at frætt aftur frá hesi kanning, og loyvi eg mær tí at seta landsstýrismanninum hesar spurningar:
1.Hvør varð settur at kanna omanfyri nevnda mál?
2.Hevur landsstýrismaðurin fingið endaligu frágreiðingina?
3.Hvør var niðurstøðan í frágreiðingini?
4.Um frágreiðingin ikki er komin, nær kann hon so væntast?
Eg vænti, at tygum nú svara spurningum mínum í fjølmiðlunum og fari samstundis sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini at biðja um alment innlit í kanningina.
Avrit av hesum skrivi er sent Dimmalætting og Sosialinum.










