Kannar nú møguleikan at fáa privat at byggja havrannsóknarskip

Í Fiskimálaráðnum eru tey nú farin at kanna um tað ber til at fáa eitt privat felag at byggja eitt føroyskt Havrannsóknarskip.

Endamálið er, at tá ið eitt privat felag hevur bygt skipið, skal landið síðani leiga tað til havrannsóknir.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at miðað verður eftir at skipið kann bjóðast út í ár, so at tað verður smíðað næsta ár og í 2015, og so at tað kann takast í nýtslu í 2016.

Hann sigur, at privat feløg hava víst áhuga fyri at byggja eitt havrannsóknarskip fyri landið. Men enn er ongin avgerð tikin um, hvat felag skal fáa uppgávuna.

Landsstýrismaðurin sigur, at greiða skal eisini fáast á um treytirnar hjá tí privata felagnum fyri at byggja skipið, verða av líkum slagi, at tær kunnu góðtakast.

Her hugsar hann fyrst og fremst um prís og í tí sambandinum eisini um, hvussu stórt avkastið hjá privata felagnum skal vera.

Í hesum sambandi verður eisini mett um, í hvønn mun privata felagið, sum byggir skipið, kann brúka tað til egið endamál ávísar tíðir á árinum, har ongar havrannsóknir verða gjørdar fyri landið.

Jacob Vestergaard sigur, at endamálið við hesum leistinum er at útvega havrannsóknarskip skjótari, enn tað annars hevði borið til.

Tað heldur hann er neyðugt, tí havrannsóknarskipið, vit nú hava, Magnus Heinason, er uppslitin og kann verða lagdur hvørja løtu, umframt at hann kostar órímiliga nógv at halda av tí sama.

Semja fekst ikki í samgonguni um at byggja havrannsóknarskip og sostatt er verkætlanin útveitt, tí tað er einasti møguleiki at fáa eitt havrannsóknarskip hesi fyrstu árini.

Í sambandi við nýtt havrannsóknarskip, hevur ein spurningur verið um landið skal krevja, at skipið verður smíðað í Føroyum fyri at seta lív í føroyskt skipasmíð.

Men tað er ivingarsamt.

Jacob Vestergaard sigur, at tess fleiri bindingar, sum í so máta verða lagdar á privata felagið, sum skal byggja skipið, tess størri er vandin fyri, at tað verður dýrari enn annars.

Men tað er so ein spurningur, sum skal vigast, tí skipið kann heldur ikki byggjast í Føroyum fyri einhvønn prís.

Hann vísir eisini á, at nógvar útlendskar skipasmiðjur kunnu veita ómetaliga bíliga fígging og tað er eisini ein spurningur, sum skal havast í huga, tá ið støða veður tikin til, hvar skipið skal byggjast.