Kannar ikki málið

Hóast grundgevingarnar hjá Jákupi Mørkøre um, at hann bert gjørdi sína skyldu, tá hann segði starvsfólkunum upp, ætlar løgmaður sær ikki at kanna, um uppsøgnin av sjúkrahússtjóranum var grundað

Løgmaður hevur ongar ætlanir um at kanna, um uppsøgnin av sjúkrahússtjóranum var grundað. Hann vísir á, at tað er landsstýriskvinnan, ið eigur málið, og hann fer ikki at gera nakað við tað, fyrr enn talan er vorðin um ein konkreta kæru.

Jákup Mørkøre hevur fyri fjølmiðlunum og í skrivi til Almanna- og Heilsumálastýrið gjørt greitt, at hann góðtekur ikki uppsøgnina. Hann gjørdi bara sína skyldu og hevði einki annað val, enn at siga fólkum upp, tá hann ikki slapp at søkja um meirjáttan og skuldi spara tríggjar milliónir krónur.

Somuleiðis hevur Bjørn á Heygum, advokatur, sagt, at málið sær út, sum at landsstýriskvinnan vaskar hendurnar og turkar skittin upp í Jákup Mørkøre, fyri at sleppa undan politiskum roki.


Órættvís handfaring

Løgmaður hevur ongar viðmerkingar til, um hann heldur uppsøgnina vera grundaða ella ikki. Hann sigur tó, at hann, sum løgmaður, ikki kundi liva við, at starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum vórðu handfarin soleiðis av sjúkrahúsleiðaranum, sum tey vórðu. Hann vísir á, at uppsagnirnar vóru í stríði við almenna uppsagnarpolitikkin.

Løgmaður stendur tískil fast við, at hann ikki góðtók atburðin hjá sjúkrahúsleiðaranum, men hann vil ikki siga, um uppsøgnin av Jákupi Mørkøre var rætta úrslitið av málinum.

? Eg kenni ikki allar smálutirnar í málinum, og kann tí ikki gera viðmerkingar til tað, sigur løgmaður.

Tó er greitt, at uppsøgnin av sjúkrahúsleiðaranum kom stutt eftir, at løgmaður fyri internetsosialinum hevði meldað út, at nú kundi hann ikki góðtaka støðuna á Landssjúkrahúsinum, og tí mátti okkurt henda.


Stór avbjóðing

Í málinum um sparingarnar á Landssjúkrahúsinum og um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre, sjúkrahúsleiðara, hevur fleiri ferðir verið víst á truplu støðu hansara at fáa Landssjúkrahúsið at virka við ov lágari játtan.

Spurningurin til løgmans er tískil, um vánaligu korini hjá almennum stjórum í Føroyum ikki gera, at áhugin fyri slíkum størvum millum væl skikkað fólk fellur, og at tað tískil verða minni skikkað fólk, ið ikki fáa starv privatu vinnuni, ið søkja leiðandi størv innan almennu umsitingina.

Anfinn Kallsberg ásannar, at tað er ógvuliga trupult at virka, sum almennur stjóri og embætismaður í Føroyum. Nógvar lógir, reglugerðir og strammar játtanarskipanir eru at halda seg til.

? Tað krevur sín mann at vera almennur stjóri, men júst hetta ger starvið til eina stóra avbjóðing, sigur løgmaður og sipar til, at áhugin tískil ikki er so lítil kortini.