Evropeiska Granskingarráðið hevur játtað Dorthe Dahl-Jensen, professara og ísgranskara 20 milliónir krónur til at kanna ískjarnur úr grønlendska innlandsísinum. Tað skrivar Børsen.
Ískjarnurnar verða tiknar upp við einum serligum bori, sum verður boraður langt niðúr í innlandsísin.
Við at kanna kjarnurnar kunnu granskarar fáa innlit í, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka ísin.
Harafturat kunnu kjarnurnar innihalda DNA, sum kunnu hava týðandi upplýsingar um tað, sum var, áðrenn ísurin kom.










