Í morgun og nakað út á seinnapartin var løgreglan úti í býnum í Havn og kannaði, um knallertirnar, teir sóu á vegunum, vóru lógligar ella ikki.
- Vit sóu ikki so nógvar knallertir, men tær flestu, vit kannaðu, vóru lógligar. Har var tó ein, ið koyrdi ov skjótt, og sum vit hava tikið inn, tí vit meta, at hon er tunað, sigur vakthavandi á politistøðini.
Eisini komu politiið fram á ein 17 ára gamlan drong, ið koyrdi á eini sokallaðari knallert-45. Tað er ein lítil motorsúkkla, og fyri at koyra á henni skalt tú hava koyrikort til bil ella motorsúkklu.
- Tann 17 ára gamli verður skuldsettur og fær bót fyri at koyra á akfari, hann ikki hevur loyvi til. Harafturat fær annað av foreldrunum, sum eigur akfari, eina bót, sigur vakthavandi.










