Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag býður Framtakið fyri at velja kannabis øllum vælkomnum framvið valbussi sínum til eitt prát við valevnini, og til ein temunn.
Flokkurin boðar frá, at í valbussinum, ið ber heitið Kannabussurin, verður borðreitt við heitum kannabiste.
Kannabussurin verður parkeraður framman fyri Posthúskjallaran á ólavsøku. Har verður eisini livandi tónleikur at hoyra so hvørt.