Nýggj kannabislóg er komin í gildi í Kalifornia í dag. Sambært lógini er tað loyvt øllum, sum eru 21 ár og eldri, at brúka kannabis. Kalifornina er tann størsti amerikanski staturin, sum ger tað lógligt at brúka kannabis.
Í Kalifornia hevur tað verið lógligt at brúka kannabisheilivág í nógv ár. Í 1996 gjørdist Kalifornia tann fyrsti amerikanski staturin, sum gjørdi tað lógligt at brúka kannabisheilivág, og fyri einum góðum ári síðani varð samtykt á fólkaatkvøðu, at kannabis skuldi gerast lógligt fyri øll at brúka.
Frá í dag at rokna kunnu øll, sum eru 21 ár og eldri, hava upp í 28 gramm av kannabis uppi á sær, og tað er somuleiðis loyvt at hava upp í seks marijuanaplantur heima við hús.
Hildið verður, at ólógligi kannabismarknaðurin í Kalifornia hevur eitt virði á 31 milliardir krónur. Við nýggju lógini vóna tey í Kalifornia, at tey kunnu fáa fatur á nøkrum av teimum mongu milliardunum. Kortini verður roknað við, at svarti marknaðurin fer framvegis at verða stórur, tí kannabis, sum verður keypt í handlunum, verður væntandi heilt upp í 70 prosent dýrari enn kannabis á svarta marknaðinum.
Fyribils hava bara 90 handlar í Kalifornia fingið loyvi at selja kannabis, sum ikki skal brúkast sum heilivágur, skrivar New York Times.
Í fimm øðrum statum í USA er kannabis lógligt. Nú kannabis eisini er vorðið lógligt í Kalifornia, kann fimti hvør amerikanari keypa kannabis uttan at skula hava eina resept frá lækna, upplýsir BBC.