Nú skal kannast, um beinleiðis samband er ímillum veðurlagsbroytingar og grønlendska vinnumenning Granskarin Rasmus Ole Rasmussen, sum starvast hjá Nordregion undir norðurlendska ráðharraráðnum, ger kanningina saman við donsku veðurstovuni DMI, sum hevur skrásett hitan í sjónum úti fyri Suður- og Eysturgrønlandi tey seinastu 50 árini.
Tølini skulu so brúkast saman við einari spurnarkanning, samrøðum og fíggjarligu viðurskiftunum hjá fólki í økinum upp ígjøgnum tíðina.
Rasmus Ole Rasmussen sigur við blaðið Polarfronten, at veðurlagsbroytingarnar hava ávirkan á, hvussu vinnan broytist, men at politisk tiltøk hava uppaftur størri ávirkan.