Í Íslandi fer stovnurin, sum hevur eftirlit við fiskiskapi í áum og vøtnum, at kanna, um samband er ímillum tann nógva makrelin í Norðuratlantshavinum og tað, at minnir laksur kom niðan í tær íslendsku áirnar í ár enn undanfarin ár.
Sigurður Guðjónsson, sum er stjóri á stovninum, sigur við Morgunblaðið, at makrelstovnurin er nógvar ferðir størri enn laksastovnurin, og at makrelurin skal hava nógva føði. Hann vísir á, at laksurin, sum kom niðan í áirnar í ár, var ikki so feitur sum onnur ár.
Hann heldur tað tí vera vert at kanna, um samband er ímillum hesi viðurskifti og at kanna, hvussu tey bæði fiskasløgini ferðast ávísar tíðir á árinum.










