Tríggir føroyingar eru smittaðir við lungnatuberklum og nú eru kanningar settar í verk at vita, um teir kunnu hava smittað onnur.
Allir tríggir tilburðir eru skrásettir, og Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum hava tikið stig til at gera tær útgreiningarnar, sum eiga at verða gjørdar, tá ið smittandi lungnatuberklar koma fyri, sigur Landslæknin.
Í hesum sambandi er útgangsstøðið at finna fram til, hvørji fólk, tey sjúku hava ella hava havt tætt samband við.
Tá ið tosað verður um ”tætt samband”, verður hugsað um húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við í meira enn átta tímar um dagin, sigur Landslæknin.
- Í hesum føri hevur ein av sjúklingunum verið innlagdur á Landssjúkrahúsinum, og tí verða tey kannað, sum hava verið innløgd um somu tíð og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin.
- Kanningin umfatar eisini starvsfólk á seingjadeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur verið innlagdur.
- Harumframt fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at verða kannað.
Landslæknin sigur, at sum allar aðrar smittandi sjúkur, kunna lungnatuberklar eisini smitta.
- Men tað er umráðandi at staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, ið hava smittandi lungnatuberklar, sera sjáldan verða smittað.
Í hesum sambandi verða eisini húskini kannað hjá teimum, sum vísa seg at vera berarar av tuberklum.
- Í hesum sambandi er sera umráðandi at skyna á teimum sum hava sjúkraeyðkenni, og teimum, sum hava fingið sjúkuna staðfesta.
- Lungnatuberklar smitta einans, um ein hevur sjúkraeyðkenni, og tá ið tað er staðfest, at tey hava tuberklabakteriur í slími og blóði, ið verður harka upp úr lungunum.
- Tey, sum eru frískir berarar av tuberklum, verða í flestu førum sett í fyribyrgjandi viðgerðm sum týnir tuberklarnar so at at frískir berarar av tuberklum ikki verða sjúkir.
Landslæknin leggur afturat, at frískir berarar av tuberklum kunna ikki smitta.