Klaksvíkingar kannaðu sær bitan, áðrenn hann var svølgdur. Og tað var ein beiskur biti at fáa niðurum tá avtornaði.
Team Klaksvík søplaði burtur eitt stig, sum meira ella minni var í skjáttuni, tá StÍF vitjaði í Klaksvík leygardagin. Dysturin var spældur í KÍ-høllini, tí Badmintonhøllin fekk skaða í ódnini hóskvøldið.
Klaksvíkingar vóru á odda 32-20, tá 20 sekund vóru eftir at spæla. Tá fóru gestirnir í álop og minkaðu um munin. Heimaliðið gav bóltin uppaftur við fáum sekundum eftir at spæla. Bólturin var onkursvegna søplaðu burtur, gestirnir settu ferð á og skoraðu til 32-32.
Eftir stóðu venjarin Claus Rasmussen og hansara spælarar við einum stigi.
Lið um lið
Talan var annars um ein javnan dyst í KÍ-høllini. Tað varð togað um leiðsluna allatíð, og tað var ongantíð, at tað skrædnaði av álvara millum liðini. Leikgongdin var serliga merkt av vánaligum verjuspæli, tí liðini høvdu lætt við at spæla seg til upplagdar møguleikar.
Tó so, eitt skifti í seinna umfarinum var StÍF á odda 25-20, men tað var skjótt, at heimaliðið stríddi seg inn aftur í dystin.
Enn ikki tapt heima
Team Klaksvík, sum bara vann sær tvey stig síðsta vetur, hevur fingið góð úrslit í Atlantic Airways deildini higartil í hesum kappingarárinum. Úrtøkan er sjey stig fyri sjey dystir. Klaksvíkingar hava enn ikki tapt á heimavøllinum í Klaksvík.