Kannaðu egna styrki

Gjárkvøldið var ein venjing í tunlinum, sum boraður verður oman fyri Norðskála og suðureftir.

Venjingin var millum sløkkiliðið í Sundalagnum, M T Højgaard og alarmsentralin.

Uppgávan ljóðaði, at ein persónur sat kleimdur inn í tunlinum, og fólk skuldu so inn eftir viðkomandi.

Ferðin inn skuldi gerast við toki, sum var statt inni í tunlinum, so alt tók sína tíð.

Sámal Hansen, sløkkiliðsleiðari letur væl at venjingini. Arbeiðsfólkið í tunlinum var við, tí hendir ein ólukku, er neyðugt at allir partar arbeiða væl saman. Og tað gjørdu teir eisini.

Tunnilin er bara 3,30 metrar í tvørmát, og tað er ikki bara sum at siga tað at skula inn í ein so langan og trongan tunnil. Royndin var tí líka so nógv at fáa kannað, hvussu fólk reagera í slíkum føri. Menniskjuni eru jú ymisk.

- Allir toldu tað, men fyri tríggjar av monnunum var tað ein serlig uppliving, tí teir høvdu ikki roynt tað áður, sigur Sámal Hansen.