Tað kann henda, at tað verður neyðugt broyta inn- og útgjald í ALS skipanini næsta ár.
Tað staðfestir Alfred Petersen, sum er formaður í stýrinum fyri ALS.
Hann ásannar, at higartil í ár er arbeiðsloysið nógv minkað.
Hann ásannar eisini, at nógvastaðni eru útlitini ikki so galið.
Eitt nú hugsar hann um uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.
- Í løtuni eru 1200 arbeiðsleys í ALS, men tá ið ringast stóð til fyri einum sløkum ári síðani í november í fjør, vóru tey 2000 í tali.
Men hóast talið er minkað, hevur arbeiðsloysi kanska verið 1400-1500 fólk í miðal hetta seinasta árið.
- So hóast gongdin er beint nú, at meiri verður goldið í skipanina, enn tað verður goldið úr henni, verður framvegis talan um stórt hall í ár, leggur hann afturat.
Men hvussu stórt hallið verður, dugur hann ikki at siga beint nú.
- Spurningurin er eisini, hví arbeiðsloysið er minkað og um talan er um eina varandi minking ella ikki.
Alfred Petersen sigur, at seinni í ár fer stýrið fyri ALS at meta um støðuna og at meta um, antin tørvur er á at endurskoða skipanina.
Trýstið minkað
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at, arbeiðsloysið er minkað nakað og tað lættir trýstið á henni.
Tað merkir, at í ár verður hallið ikki 140 milliónir, sum væntandi var, sum tað sá út við ársbyrjan.
Nú verður mett, at hallið í ár verður onkustaðni beint undir 100 milliónum.
Sostatt er enn ikki samsvar ímillum inngjald og útgjald, so hesaro gongdini kann ALS ikki liva við í longdini.
Ernst Jacobsen sigur, at arbeiðsloysið skal niður á eini 800 fólk, áðrenn javnvág er ímillum inngjald og útgjald.
Talvan vísir gongdina í arbeiðsloysinum frá 2010 til nú.
Talvan vísir, at í løtuni eru 1200 arbeiðsleys.
Men grái skuggin omanfyri vísir, hvussu nógv fáa forsorgarhjálp frá Almannaverkinum vegna arbeiðsloysi. Sostatt ber til at siga, at veruliga arbeiðsloysið er toppurin á tí gráa skugganum, ella yvir 1400 fólk nú í september, men í 2011 var tað eitt skifti omanfyri 2200 fólk.
Uppeftir stendur talið á arbeiðsleysum og á teimum, sum fáa forsorgarhjálp.
Tølini vatnrætt sipa til útgjaldsskeiðið. ALS rindar út 14. hvønn dag, so tað eru 26 útgjald í einum ári. Fyrsta talið 01-10 vísir sostatt til 1. útgjaldsskeið í 2010 og tølini 15-12 sipa til 15. útgjaldsskeið í 2012










