Kanna telefonina hjá Klæmint Eli

Løgreglan hevur ongar ábendingar fingið um, hvar eftirlýsti Klæmint Eli Poulsen kann verða. Nú verður leitað eftir tekniskum sporum

Um nátturðatíð týskvøldið var 48 ára gamli Klæmint Eli Poulsen úr Havn, sæddur, tá ið hann koyrdi norður eftir á Kaldbaksvegnum við Sundsverkið. Síðani hevur eingin sæð mannin, sum hevur verið eftirlýstur síðani í gjár.

Løgreglan hevur heldur ongar ábendingar fingið um, hvar Klæmint Eli kann verða farin, tí eingin hevur sæð nakað til hann ella bilin síðani.

Nú kannar løgreglan teleupplýsingar hjá Klæmint Eli fyri at vita, um brúkið av fartelefonini kann geva onkrar upplýsingar, sum kunnu hjálpa løgregluni. Millum annað kann fartelefonin geva ábendingar um, hvar á leið hon hevur verið brúkt. Eisini skulu videoupptøkur í tunlum kannast.

- Okkara fólk hava koyrt á ymisk avsíðis støð, men vit vita ikki, hvar vit skulu fara at leita. Nú royna vit so at finna onkur teknisk spor, sum kunnu geva okkum onkrar ábendingar um, hvar í landinum vit kundu skipað fyri leiting, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Klæmint Eli Poulsen er 180 sentimetrar høgur, hevur stuttklipt gráligt hár. Hann er ílatin svartan jakka og svartar buksur.

Bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen er av slagnum Toyota Landcruiser. Hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037.

 

Løgreglan hevur tlf. 351448.