Amerikanska løgmálaráðið er kannar nú virksemið hjá metingarfyritøkuni Standard & Poor's tey seinastu árini upp undir búskaparkreppuna, sum tók seg upp á heysti í 2008.
Sum skilst væntar løgmálaráðið at finna ymiskt, sum kann prógva, at Standard & Poor's røkti ikki sína uppgávu til fulnar tey árini. Eitt nú verður kannað, um serfrøðingar hjá fyritøkuni lótu seg trýsta til at koma við betri kreditmetingum, enn grundarlag í veruleikanum var fyri.
Kanningin hjá løgmálaráðnum varð sett í verk, áðrenn Standard & Poor's lækkaði kreditvirðið hjá USA fyrr í hesum mánaðinum, skrivar AFP úr Washington.