Kanna samanhang við Emilie Meng-málið

Tað er nærliggjandi at kanna, um samanhangur er millum Emilie Megn-málið og burturflytingina í Danmark leygardagin, heldur advokatur.

 

Uttan fyri rættarhølini í Korsør í morgun Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað er nærliggjandi fyri løgregluna at kanna, um tað kann vera samband millum óuppkláraða málið um Emiliu Meng, sum hvarv í 2016, og burturflytingina av eini 13 ára gamlari gentu leygardagin.

Tað heldur Mai-Brit Storm Thygesen, sum er hjálparadvokatur hjá mammu Emiliu Meng.

– Tað eru ikki nógvar ungar gentur, sum hvørva í Danmark, so tí er tað sjálvandi næstan ógjørligt ikki at kanna samanhangin við tað, sum hendi fyri Emiliu ta ferðina, sigur hon við TV2.

Tað grundgevur hon við, at bæði málini eru í so at siga sama landafrøðiliga øki.

Emilie Meng hvarv í juli í 2016 í Korsør. Lík hennara varð funnið jólaaftan í 2016 í einum vatni við Borup. Hvør hevði dripið hana er framvegis ógreitt.

Leygardagin hvarv ein 13 ára gomul genta, eftir at hon hevði verið við bløðum uttan fyri Slagelse. Hon varð funnin seinnapartin í gjár í Svenstrup við Korsør.

Ein 32 ára gamla maður er í dag varðhaldsfongslaður fram til 11. mai. Løgreglan skuldsetir hann fyri at hava frælsisrænt ta 13 ára gomlu gentuna og fram yvirgang ímóti henni.

Serákærin Susanne Bluhm, sum møtti fyri ákærumyndugleikan í grundlógaravhoyringini, segði eftir rættarfundin við Ritzau, at tað var nátúrligt fyri løgregluna at hyggja upp á onnur óuppklárað mál.

– Tá løgreglan kannar eitt mál av hesum slag, er tað nátúrligt at kanna onnur óuppklárað mál.æ Tað ver sjálvandi eisini at verða gjørt í hesum máli, segði hon.

Hon legði afturat, at løgreglan nú gjølla skal kanna málið.

Tað sum tann 32 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri, og er varðhaldsfongslaður fyri, snýr seg bara um málið ímóti 13 ára gomlu gentuni.

Grundlógaravhoyringin í dag var fyri stongdum hurðum. Tí er ikki alment kent, hvat tann 32 ára gamli kann hava sagt, og hvørji prógv løgreglan hevur í málinum.

/ritzau/

 

Uttan fyri rættarhølini í Korsør í morgun Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix