Kanna árgang 90 fyri klamydia

Fólkaheilsuráðið fer seinni í summar at bjóða øllum, sum eru fødd í 1990 at kanna, um tey hava klamydia - kanningin verður anonym. Fólkaheilsuráðið fyrireikar í løtuni eitt átak móti vaksandi tali av klamydia tilburðum millum ung seinastu árini. Ráðið ger hetta eisini fyri at minna fólk á ? og serliga tey ungu ? at kynssjúkur framvegis finnast.

- Sjálvt um tilburðirnar av eyðkvæmi, gonorré og syfilis hava verið fáir í Føroyum seinastu árini, so er neyðugt at hugsa um, hvussu eitt trygt kynslív kann fara fram. Klamydia ger við hvørt so lítið um seg, at fólk valla varnast hana, men hon kann fyri tað gera skaða á nøringarlagið, sigur Fólkaheilsuráðið og leggur afturat, at er spell, tá hugsað verður um, hvussu lætt henda sjúkan kann viðgerast við heilivági, og ikki minst, hvussu lætt hon kann fyribyrgjast við at brúka hít og brúka hana rætt

Um mánaðarskifti august/ september fáa øll, sum er fødd í 1990 eitt bræv við upplýsing um klamydia, umframt tilfar at kannað seg sjálvan. Royndartilfarið kunnu tey ungu so senda á laboratoriið á Landssjúkrahúsinum og einar tvær vikur seinni kunnu tey síggja úrslitið hjá sær á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum www.folkaheilsa.fo. Kanningin verður púra anonym ? tí royndin er bara merkt við einum talið, sum eingin annar enn innsendarin kennir.

Eitt átak sum hevur verið gjørt í Danmark, og vóru tað tá fleiri, sum tóku av møguleikanum at fáa seg kannað fyri kynssjúkuna.