Ferðavinna
Væntandi vaksandi virksemi í landinum hevur fingið Johan Restorff, stjóra á Hotel Hafnia, og Una Danielsen, stjóra á Flogfelag Føroya, at fara at kanna møguleikan fyri at fáa eitt hotelskip til Føroya fyri at loysa tann ringasta gistingartørvin um summarið.
Talan er ikki um Hotel Hafnia og Flogfelag Føroya sum so, men um persónarnar Johan Restorff og Una Danielsen, sum hava tosað saman um hesa ætlanina, leggur Johan Restorff dent á.
Johna Restorff sigur við Sosialin, at enn er eingin avgerð tikin um nakað ávíst skip, men arbeitt verður miðvíst við málinum. Hann sigur samstundis, at tað verður ikki í summar, at nakað skip kemur. Til tess er ov nógv liðið á árið, uttan at nøkur marknaðarføring er gjørd.
Tað er væl eingin loyna, sigur Johan Restorff, at ein komandi oljuvinna liggur í bakhøvdinum, tá farið verður undir slíkt tiltak. Og hon fer kanska eisini at gera av, hvar eitt slíkt skip verður lagt, sigur hann.
Sjálvandi er nærliggjandi at hugsa, at eitt møguligt hotelskip fer at liggja í Havn, tí har koma flestu ferðafólkini hóast alt einaferð á eini ferð til Føroya. Men verður til dømis ein útgerðarhavn løgd onkra aðrastðani, er kanska meira brúk fyri gistingarmøguleikum har.
Eitt skip hevur, sum vitiligt er, ikki heilt teir somu møguleikarnar, sum eitt veruligt hotel hevur. Tí høvdu verið ávísir fyrimunir við at lagt tað har, hotellini eru frammanundan, soleiðis at gestirnir kundu brúkt ymsu tilboðini, sum hotellini hava fram um eitt skip.
Annars sigur Johan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia, at Hotel Hafnia sjálvt arbeiðir miðvíst við ætlanum um at víðka virksemið.
Ásannandi at neyðugt er at vera undan menningini í samfelagnum annars, hevur hotellið umsókn liggjandi hjá Tórshavnar Býrað um øki at byggja nýtt á. Tað er bara ein neyðug gongd, sum tó einki ítøkiligt er komið upp á enn, annað enn at umsókn um stykki er latin, sigur Johan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia í Havn.