Leiðarin á Arbeiðseftirlitinum, vísir aftur tí, sum blaðið skrivaði í gjár um, at Arbeiðseftirlitið ikki dugir at siga, hvat er í veskuni, sum handverkarar fingu á seg á Landsjúkrahúsinum og sum avdúkaði, at Landssjúkrahúsið í 8 ár dagliga hevur latið um 50 litrar av vandamiklari vesku í havið.
- Vit hava bert ikki verið og kannað løgin, sigur Eli Davidsen.
Hann vísir eisini á, at løgtingslóg nummar 58 um arbeiðaravernd er altíð galdandi og at tað sum stendur í greinini um, at onnur avtala kann gerast, ikki er rætt.Sostatt metir hann ikki vera heilt rætt, at feløg renna seg ímóti og at Arbeiðseftirlitið ikki veit, hvussu langt teir kunu fara uttan at koma ímillum arbeiðstakara og arbeiðsgevara.
Í greinini verður sagt frá Havnar Handverkarafelag, at, listin við eftirlitisfólkum, ella trygdarumboðum, ikki verður dagførdur.
Til hetta sigur leiðarin á Arbeiðseftirlitinum, at tað eru arbeiðsfólkini, ið boða frá, hvør teirra er umboð.Um tey ikki boða frá, so fær Arbeiðseftirlitið einki at vita. Arbeiðseftirlitið tekur fráboðaðu fólkini inn og gevur teimum skeið og útbúgving.
Hinvegin vísir hann á, at tað er Arbeiðseftirlitið, ið skal skráseta arbeiðsvanlukkur. Hann er samdur, tá sagt verður, at tað hevur týdning, at tær eru skrásettar rætt. Tað heldur hann ikki kann sigast um óhappið á Landssjúkrahúsinum, tí har er eingin greið fráboðan komin og tískil fer Arbeiðseftirlitið nú at kanna málið og arbeiðsumhvørvið har, tí um tað vísir seg at vera so vandamikið, so má málið kannast, sigur Eli Davidsen










